Siv

Siv kend fyri sín vakurleika. Hon er gift við Tóri, og saman eiga tey børnini Móða, Magna og Trúð. Menniskjabørnini Tjálvi og Røskva koma eisini at búgva hjá teimum. Garðurin hjá Siv og Tóri eitur Trúðvangur og stóru húsini við teimum 540 rúmunum eita Bilskírnir. Kendasta søgan um Siv er, tá hon vaknar við ongum hári, tí Loki hevur stolið vakra, gylta hárið frá henni, meðan hon svav. Loki má tí fara til dvørgarnar í Svartálvheimi og biðja teir smíða henni veruligt gullhár afturfyri.

Previous
Previous

Tórur

Next
Next

Magni, Móði og Trúð